Anfinn Nielsen sjeyti

11.09.2023 - 10:12
Lívsstílur
Anfinn Nielsen sjeyti
Kendi tónleikarin Anfinn Nielsen frá Anfinn & Co. hátíðarheldur føðingardagin á marglætisskipi

Vit kenna øll landaplágurnar "Sirkus Tinganes", "Gubbi & eg" og "Í skúri".

Maðurin, sum eigur hesar landaplágurnar, fylti 70 ár, sunnudagin 10. septembur. Dagurin varð tó ikki hátíðarhildin í Nólsoy, har hann hevur búð í mong ár. Í staðin er hann saman við sínum nærmastu farin ein túr við marglætisskipinum Symphony og the Seas.

Anfinn Nielsen er føddur og uppvaksin í Klaksvík og fór sum so mangur annar til skips longu sum 13 ára gamal. Tað var eisini umborð á fiskiskipum, at hann so at siga gjørdust kendur, tí tað var nevniliga umborð, at flestu av sangum hansara sóu dagsins ljós.

Morgunsendingin fekk orðið á Anfinn, tá hann fríggjadagin var staddur í Napoli.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450