Óttast fyri trygdini í Gundadali

17.09.2023 - 15:30
Innlendis
Óttast fyri trygdini í Gundadali
Leiðarin í Svimjihøllini í Gundadali óttast fyri trygdini, nú parkeringsforboðið í økinum er tikið av, eftir at 30 pensjónistar herfyri fingu parkeringsbót.
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Svartir plastposar eru koyrdir niður yvir skeltini, ið boða frá, at Gundadalur er parkeringssona

- Tað er ein stórur trupulleiki, um vit ikki kunnu fáa ein sjúkrabil til Svimjihøllina, skuldi brúk verið fyri tí, sigur Eyðun Húsgarð, leiðari í Svimjihøllini í Gundadali, nú parkeringsforboðið í Gundadali varð tikið av í vikuni.

Hann sigur, at tað bøtti sera nógv um støðuna og trygdina, tá ið avgerð varð tikin um at lýsa Gundadal sum parkeringssonu, men nú hetta krav er tikið av, óttast leiðarin í Svimjihøllini fyri trygdini í økinum. 

Eyðun Húsgarð hevur verið leiðari í Svimjihøllini eitt gott ár, og hesa tíðina er sjúkrabilur boðsendur tríggjar ferðir.

30 fólk fingu bót
Í januar boðaði Tórshavnar kommuna frá parkeringforboði í norðara parti av ítróttarøkinum í Gundadali.

Tað skuldi einans vera loyvt at parkera á merktum básum, so tryggjast kundi, at tað altíð er gjørligt hjá neyðsendarbilum at sleppa framat.

Eftir at umleið 30 fólk eftir eitt eldratiltak fingu bót seinasta leygardag, er Gundadalur nú strikaður sum parkeringssona og svartir plastposar hongdir út yvir skeltini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. mai
Bolero
192020
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta í Leirvíkar kirkju
192015
Sunnudag 18. mai
Kallið: "Tað bar á mál".
191902
Leygardag 17. mai
Jambalaja - 170525
191991
Leygardag 17. mai
Upp á tá - 160525
191988
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959