- Tíðindi, mentan og ítróttur
Neistin víðari í Europa Cup

Besta kvinnuliðið hjá Neistanum tapti í gjár fyrra dystin fyri litaviska liðnum, Garliava, við trimum málum, men vann í dag við eisini trimum málum, so tað samanlagt stóð á jøvnum.
Brotskøst máttu til, so ein vinnari kundi finnast, og ta kappingina vunnu tær í Neistanum, so tær eru komnar víðari í EHF Europa League-kappingini.
- Kenslan er heilt fantastisk, tí hetta er fyrstu ferð, vit spæla okkum víðari, so vit eru øgiliga stoltar og glaðar, segði Brynja Høj í útvarpstíðindunum í kvøld.
- Í brotskastskappingini skoraðu tvær hjá okkum, men málverji okkara tók ikki færri enn fýra av brotskøstunum hjá litaviska liðnum.
Liðini skutu fimm brotskøst í part, og tær báðar, sum skoraðu fyri Neistan, vóru Bjørk Franksdóttir Joensen og Sólbjørt Høj.
Tá ið vanligi dysturin var liðugur, hevði Neistin annars vunnið 23-20, eftir at hava verið á odda 13-12 í hálvleikinum, og í vanliga dystinum vóru Maria Pálsdóttir Nólsoy og Bjørk Franksdóttir Joensen toppskjúttar við sjey málum í part.
H71-kvinnurnar, sum í gjár taptu við 10 málum fyri italska Erice, spæla seinna dystin hjá sær í morgin klokkan 17, og tað er niðri í Italia.
Tak niður