"Kringvarpið skal vera meira til staðar í telefonini hjá føroyingum"

11.11.2023 - 23:32
Innlendis
"Kringvarpið skal vera meira til staðar í telefonini hjá føroyingum"
Nýggi tíðindarleiðarin í Kringvarpi Føroyar ætlar at styrkja bæði trúvirðið hjá Kringvarpinum, men eisini at menna tíðindaflutningin á talgildu pallunum hjá Kringvarpi Føroya
Tær broytingar, ið fara at koma, vera gjørdar við lagaligheit, sigur nýggi tíðindaleiðarin í Kringvarpi Føroya
Mynd: Við Tórði á túri / Tórður Mikkelsen  

"Talgildasnaringin er eitt av aðalmálunum," ásannar Katrin Petersen, ið er nýggjur tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya.

"Ein av bundnu uppgávunum í starvslýsingini var, at Kringvarpið skal vera meira til staðar í telefonini hjá fólki. Kringvarpið skal koma oftari fyri í tínari dagligu rulling eftir skerminum." 

Katrin Petersen ætlar tó eisini at styrkja álitið á og trúvirðið hjá Kringvarpinum.

Nýggi tíðindaleiðari ætlar sær tó ikki at koma brestandi inn gjøgnum dyrnar í Kringvarpi Føroya og við eitt kollvelta tað stóra arbeiðið, ið dagliga verður gjørt á tíðindadeildini í Kringvarpi Føroyar. 

"Broytingarnar fara at koma inn við lagaligheit, og tí fara hvørki starvsfólk á tíðindadeildini ella føroyingar at merkja tað beinavegin, at eg eri vorðin tíðindaleiðari," sigur Katrin Petersen, ið tekur við tíðindaleiðarastarvinum 1. januar.

Hoyr samrøðuna, ið John Johannessen gjørdi við Katrina Petersen í tíðindasendingini klokkan 18. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634