Georg gevst sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum

Georg gevst sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum
Georg L. Petersen verður virkandi tíðindaleiðari, til nýggjur leiðari er settur
Georg L. Petersen hevur verið tíðindaleiðari í fýra ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.08.2023 - 15:02

Georg L. Petersen hevur sagt seg úr starvi sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum.

Hann hevur verið í starvinum í fýra ár.

“Hesi fýra árini, eg havi sitið sum tíðindaleiðari, hava verið spennandi og avbjóðandi. Fleiri átøk eru framd bæði í útvarpi og sjónvarpi”, sigur Georg L. Petersen. “Nú standa aðrar broytingar fyri framman, og tí er best, at onkur annar sleppur framat.”

 

Talgildir pallar

Kringvarpið leggur seg alt meira eftir at menna talgildu pallarnar, og hetta fer at hava broytingar við sær, sigur kringvarpsstjórin Ivan Niclasen. 

“Strategiskt leggja vit orku í eina talgilda snaring, og tað fer at seta nýggj krøv til leiðslu og starvsfólk. Samstundis skulu vit alla tíðina hava fokus á at menna perspektiverandi og kritiska journalistikkin”, sigur hann.

Georg L. Petersen er virkandi tíðindaleiðari, til ein nýggjur er settur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928