Vænta gos í Grindavík

11.11.2023 - 10:14
Útheimurin
Vænta gos í Grindavík
Um 3000 fólk flutt burtur úr økinum í nátt.
Ein gosriva liggur undir Grindavík, har gott 3000 fólk búgva

Ógvusligir jarðskjálvtar eru í løtuni á Reykjanesi í Íslandi, og í gjárkvøldið valdu myndugleikarnir at flyta teir gott 3.000 íbúgvarnar burtur úr Grindavík.

Sambært íslendsku myndugleikunum so er ein gosriva beint undir Grindavík, og væntast kann, at hon fer at goysa, sigur Bergur Hermans Bergsson frá íslendska veðurstovninum.

Fyri at binda um heilan fingur hava myndugleikarnir eisini valt at flyta tilbúgvingarfólkini burtur úr økinum.

Einans fá løgreglufólk, sum hava til uppgávu at forða fyri, at fólk koma inn í bygdina, eru til staðar í løtuni.

Kenda ferðavinnustaðið Bláa Lónið er latið aftur, men enn er flogvøllurin í Keflavík opin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970