Formaðurin visti ikki av, at undirskriftir vóru handaðar

22.11.2023 - 18:44
InnlendisPolitikkur
Formaðurin visti ikki av, at undirskriftir vóru handaðar
Formaðurin í Sjálvstýri visti av ongum, tá ið 887 undirskriftir vóru handaðar løgmálaráðnum í dag

Undirskriftirnar vóru upprunaliga handaðar 1. november, men tað sum síðani er hent, er at løgmálaráðið hevur givið einum óviðkomandi fólki undirskriftirnar, tí viðkomandi segði seg umboða flokkin, sigur Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri.

Í dag vóru undirskriftirnar so aftur handaðar løgmálaranum. Tá var tað Sofus Hansen, kassameistari í Streymoyar Sjálvstýrisfelag, sum handaði undirskriftirnar

 

Óskiljandi

Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri, skilir ikki, hvussu tað ber til, at løgmálaráðið hevur handað einum óviðkomandi fólki undirskriftirnar, sum skuldu tryggjað flokkinum rætt til at stilla upp til næsta løgtingsval.

- Eg havi vent mær til løgmálaráðið fyri at fáa greiðu á hesum, sigur Sámal Petur í Grund.

 

Hoyr samrøðuna við Sámal Petur í Grund, formann í Sjálvstýri

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211230
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Hósdag 23. juli
RagnarRokk:Esben Willems um Neverending
209731
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097