- Tíðindi, mentan og ítróttur
Suðuroyartunnilin: Avgerandi at Skúvoy verður knýtt uppí
01.12.2023 - 16:46
Innlendis
Suðuroyartunnilin: Avgerandi at Skúvoy verður knýtt uppí
Fyrireikingarnar av Suðuroyartunlinum ganga væl, og undan jólum verður eitt forprosjekt lagt fram, sum eisini hevur eitt boð upp á kostnaðin.

Harry Jensen, fyrrverandi borgarstjóri í Skúvoy, heldur tað vera avgerandi fyri lívið í oynni, at skúvoyingar eisini fáa fast samband, nú Suðuroyartunnilin sær út til at nærkast.
Longdin á Suðuroyartunlinum verður 22,8 kilometrar, um hann verður beinleiðis millum Sandoy og Suðuroy, og hálvanannan kilometur longri ella í alt 24,3 kilometrar, um Skuvoy verður knýtt uppí.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV










