Skrivað stendur

«Eingin profetur er væl kendur í sínum egna fosturlandi»
01-12-2023
Prædikuteksturin til sunnudagin er úr evangeliinum eftir Lukas, kap. 4, ørindini 16-30. Gestir í sendingini hesa ferð eru Jana Mortensen og Arni Zachariassen.

Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit prædikutekstin til sunnudagin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum eru tongd at honum.

 

Gestir hesa ferð eru Arni Zachariassen, viðgeri og hevur lisið guðfrøði, og Jana Mortensen, námslektari á Setrinum.

 

Teksturin til 1.Sunnudagur í advent

Onnur tekstarøð

Luk. 4,16-30.

 v16: Og hann kom til Nasaret, har sum hann var vaksin upp, og hann fór, sum siður hansara var, hvíludagin inn í samkomuhúsið; og hann reisti seg upp at lesa fyri. 
v17: Og bók Jesaja profets varð honum fingin, og tá ið hann opnaði bókina, fann hann niður á tann staðin, har sum skrivað stóð: 
v18: «Andi Harrans er yvir mær, av tí at hann hevur salvað meg, til at bera fátækum gleðiboð. Sent hevur hann meg út til at boða fangum frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyðstøddum leysum, 
v19: til at kunngera eitt Harrans náðiár.» 
v20: Og hann legði bókina saman og fekk tænaranum hana og settist niður; og hvørs mans eygu í samkomuhúsinum hugdu upp á hann. 
v21: Men hann tók undir at tala til teirra: «Í dag er hetta skriftorðið gingið út fyri oyrum tykkara.»
v22: Og øllum leitst væl á hann, og tey undraðust á tey lívsælu orð, sum komu av munni hansara; og tey søgdu: «Er hann ikki sonur Jósefs?» 
v23: Og hann segði við tey: «Óivað munnu tit fara og siga við meg hetta orðtakið: «Lækni, lek sjálvan teg. Ger eisini her í heimbygd tíni so stór verk, sum vit hava frætt at vera hend í Kapernaum.»» 
v24: Og enn meira segði hann: «Sanniliga sigi eg tykkum: Eingin profetur er væl kendur í sínum egna fosturlandi. 
v25: Men eg sigi tykkum av sonnum: Mangar vóru einkjurnar í Ísrael á døgum Elia, tá ið himmalin var latin aftur í trý ár og seks mánaðir, ta ferðina tað var stórur hungur í øllum landinum; 
v26: og til onga teirra var Elia sendur, men bert til Sáreptu við Sidon til eina einkju. 
v27: Og mangir vóru hinir spitalsku í Ísrael, meðan Elisa profetur var uppi á døgum, og eingin teirra varð reinsaður, men eina Náaman Sýriulendingur.» 
v28: Og øll í samkomuhúsinum vórðu full av vreiði, tá ið tey hoyrdu hetta, 
v29: og tey reistust og koyrdu hann avstað út úr bygdini og fóru við honum ytst á røðina á tí fjallinum, sum bygd teirra var bygd á, at rinda honum oman har. 
v30: Men hann gekk ígjøgnum, mitt ímillum teirra, og fór leið sína.

 

Armgarð Arge og Kári Sólstein leggja sendingina til rættis. 
Hevur tú viðmerking til sendingina, ber til at skriva til teldupostbústaðin: Skriva@kvf.fo

Skrivað stendur

Tvær tekstarøðir eru í kirkjuni. Tann fyrra stavar heilt aftur til ár 500, og seinna er frá 1895. Har eru tekstir úr Nýggja Testmenti savnaðir, og teir fylgja kirkjuárinum, sum byrjar fyrsta sunnudag í advent. Hesir vísu aldargomlu tekstir er enn viðkomandi, men hvussu lesa vit teir, og hvussu skilja vit teir?

Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit tekstin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum er tengt at honum. Gestir fara so at viðgera tekstin, og tað eru ymisk fólk hvørja ferð, sum vera við.

Gestirnir í sendingini eru Miriam Nolsøe Johannesen og Steffan Klein Poulsen
22-05-2025
Gestir í sendingini eru Eirikur í Jákupstovu og Marita Andrasardóttir
15-05-2025
Gestir í sendingini eru Jenny Old og Suni Justinussen
08-05-2025
Gestir í sendingini í dag er Elsa Østergaard.
01-05-2025
Gestir í sendingini eru Erla Bech Nolsø og Jógvan Thomsen
24-04-2025
Elsa Maria Magnusardóttir Olsen og Vinjard Magnussen eru gestir.
11-04-2025
Gestir í sendingini eru Bjørg av Rana og Ásbjørn Berthelsen
03-04-2025
Prædikuteksturin til sunnudagin, stendur í evangeliinum eftir Jóhannes, kap.6, 1-14
27-03-2025
Prædikuteksturin stendur skrivaður hjá Lukas evangelisti kap.11,14-28
20-03-2025
Gestir í sendingini eru Tórhild Bjarkhamar, lærari, og Eyðbjørn Jacobsen, lærari.
13-03-2025
Gestir í sendingini eru Olga Magnussen og Niclas Johannesen
06-03-2025
Gestir í sendingini eru Jógvan Skorheim og Anja Hansen
27-02-2025