- Tíðindi, mentan og ítróttur
Selatraðarvegurin mátti steingjast
02.12.2023 - 11:07
Innlendis›112
Selatraðarvegurin mátti steingjast
Saltbilur fór út av í hálkuni

Savnsmynd av einum bili hjá Landsverki á Selatraðarvegnum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)
- Tað er simpulten skyggjandi ísur allan vegin eftir Selatraðarvegnum.
Tað sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, eftir at tað var neyðugt at steingja vegin til Selatraðar í morgun, tá saltbilurin hjá Landsverki gleið út av vegnum í hálkuni.
Tað var stutt fyri klokkan seks at løgreglan fekk fráboðan um, at bilurin hjá Landsverki var farin á glið og boltaður út av vegnum.
Eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum.
Hoyr alla samrøðuna við Árna Jacobsen, økisleiðara, við at trýsta á pílin undir myndini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV












