Súrligar nætur: Tað er eitt "turn off", um gentan ikki rakar sær um beinini

04.12.2023 - 15:07
Lívsstílur
Súrligar nætur: Tað er eitt "turn off", um gentan ikki rakar sær um beinini
Beinraking var millum evnini, sum vóru umrødd í fyrsta parti av nýggju Biit-sendingini "Súrligar nætur", sum verður send sunnukvøld
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Í Keypmannahavn búgva Bárður, David og Rannvør.

Tey eru júst farin í holt við at gera útvarpssendingina Súrligar nætur, sum var at hoyra í útvarpinum fyrstu ferð sunnukvøldið.

Millum evnini hesa ferð vóru "turn ons" og "turn offs"

Og um tað er nakað, sum Bárði ikki dámar, so er tað hár á kvinnubeinum.

 

Sendingin Súrligar nætur

Súrligar nætur er ein útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og Danmark. Tey viðgera evni, sum ung tosa sínámillum, viðgera ymiskt, tey hava sæð á netinum, og so halda tey seg ikki aftur við at prika til hvønn annan og onnur.

Ætlanin við sendingini er, at tey kunnu tosa opið og erligt, geva hvørjum øðrum avbjóðingar og fáa lurtararnar at føla, at tey sita í rúminum saman við teimum, sama hvar tey eru stødd.

Vertirnir eru Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, sum lesa og arbeiða niðri.

Í fyrsta parti tosa tey um #textmewhenyougethome, brostekn, politikarar, sum sleppa við í jólaveitslu, og hvat tey halda er dragandi og ikki.

Til ber at hoyra allan fyrsta part her:

Súrligar Nætur 3. desember

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491
Týsdag 27. mai
Veðrið
192469
Týsdag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192266