- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kalsoyarferjan liðug síðst í 2026
14.12.2023 - 18:56
Innlendis›Samfelag
Kalsoyarferjan liðug síðst í 2026
Strandfaraskip Landsins hava nú boðið prosjekteringina av kalsoyarferjuni út.

Strandfaraskip Landsins hevur undangóðkent MEST og Knud E Hansen at prosjektera tvær ferjur - nemliga eina sum skal røkja kalsoyarleiðuna og eina sum skal røkja fugloyar- og svínoyarfleiðuna.
Kallsoyarferjan skal prosjekterast fyrst og verður væntandi liðug síðst í 2026 sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Dennis Holm.
Tað er ein fyrimunur at projektera ferjurnar í senn, sigur landsstýrismaðurin í samferðsumálum
Dennis Holm leggur eisini dent á, at ferjurnar skulu gerast til serligu umstøðurnar, sum eru á leiðunum, tær skulu røkja.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV











