- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður: Minni samstarv við Russland bøtir um samstarvsmøguleikar við ES
14.12.2023 - 18:50
Innlendis›Samfelag
Løgmaður: Minni samstarv við Russland bøtir um samstarvsmøguleikar við ES
Aksel V. Johannesen er í løtuni í Brússel og har hevur hann hitt Uruslu von der Leyen ES-nevndarforkvinnu

Jú minni samstarv vit hava við Russland, tess betri møguleikar hava vit at bøta um samstarvið við bæði ES og Bretland.
Tað ásannar Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum í dag var á fundi við Ursulu von der Leyen.
Á fundinum umrøddu løgmaður og ES-nevndarforkvinnan, hvussu Føroyar og ES kunnu styrkja samstarvið. Føroyar eru partur av Evropa, og løgmaður legði á fundinum dent á, at geopolitiska støðan økir týdningin av tættari samstarvi við ES.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV











