Mugu menna skapandi eginleikarnar hjá børnum

15.12.2023 - 11:34
Innlendis›Samfelag
Mugu menna skapandi eginleikarnar hjá børnum
At eggja smáum børnum til at nýta skíggar er ikki ein gongd leið, fyri at bøta um úrslitini í PISA-kanningunum, sigur sálarfrøðingur
Kanningar uttanlands vísa, at samanhangur er millum hvussu nógva tøkni næmingar brúka í og uttanfyri skúlan, og hvussu næmingurin klárar seg, sigur Gitte Klein, sálarfrøðingur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

- Skulu vit bøta um úrslitini í PISA kanningum, skulu vit menna teir sansandi og skapandi eginleikarnar hjá børnunum.

Tað sigur Gitte Klein, sálarfrøðingur og fólkaskúlalærari, nú PISA kanningin hjá føroyskum fólkaskúlanæmingum gav lakasta úrslitið higartil.

Vánaligu úrslitini frá seinastu PISA kanningini hanga saman við øktari skíggjanýtslu hjá børnum, heldur Gitte Klein. 

Kanningar uttanlands vísa, at samanhangur er millum hvussu nógva tøkni næmingar brúka í og uttanfyri skúlan, og hvussu næmingurin klárar seg. 

At eggja smáum børnum til at nýta skíggar er ikki ein gongd leið, heldur sálarfrøðingurin. 

 
Er kopiera

Sí eisini

  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723