- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkaskúlin má skipast av nýggjum
Fólkaskúlin eigur at verða skipaður av nýggjum. So fáa vit ein nógv betri skúla fyri somu pengar. Magnus Tausen er avgjørdur í sínari viðmerking í Skúlablaðnum, dagin eftir PISA-dagin í gjár.
Magnus Tausen er skrivari í arbeiðsbólkinum, sum ger uppskot um nýskipanir í bygnaðinum í føroyska fólkaskúlanum.
Hann var eisini í arbeiðsbólkinum, sum gjørdi tilmæli eftir fyrstu PISA-kanningina, sum var í 2006.
Ágóði av undanfarnu PISA-kanningum
Magnus Tausen nevnir tiltøkini, sum komu eftir kanningina í 2006.
Tey, sum hava fingið ágóðan av teimum, vera við í næstu PISA-kanning, í 2015.
- Tá og seinni verður veruliga próvtøkan. Um úrslitini tá framvegis vera í verra lagi, so kunnu vit loyva okkum at stúra, sigur Magnus Tausen. Spurningurin er, sigur hann, um tiltøkini, sum vóru sett í verk fyri teimum, sum tá vóru í byrjanarflokkunum, hava hildið á øll árini uppeftir. Nógv var gjørt, tá tey gingu í 1., 2. og 3. flokki.
Lítið gjørt síðani seinast
Spurningurin er, um líka nógv er gjørt síðani. Tað kunnu vit við góðari grund ivast í, sigur Magnus Tausen við Skúlablaðið. Magnus Tausen ivast ikki eina løtu í, at tey næstu stóru stigini eiga at verða tikin í skúlabygnaðinum.
- Vit eiga at fara burtur frá at siga, at tað er í lagi við smáum skúlum, har lærarin skal undirvísa í nógvum lærugreinum á øllum aldursstigum, tí tað ber ikki til. Fara vit frá teimum minni skúlunum, so fer størri dentur at verða lagdur á serfrøðina hjá einstaka læraranum og harvið eina avmarkaða serfrøði, tá um ræður fak. Lærarin veruliga dugnaligur í tí, hann dugir og undirvísir í.
Hetta ber bara til í stórum skúlum. Sum eru hava kommunurnar onga fíggjarliga motivatión at niðurleggja skúlar, og tí endar rokningin fyri verandi skipan í Mentamálaráðnum, sigur Magnus Tausen. Og hann leggur afturat, at fyri somu pengar, sum vit nú brúka upp á fólkaskúlan, kunnu vit fáa ein nógv betri skúla. Men tá krevst, at vit skipa hann av nýggjum.
Magnus Tausen hevur eisini verið formaður í Lærarafelagnum.