Eiga at hugsa seg um eina eyka ferð

23.12.2023 - 16:55
InnlendisSamfelag
Eiga at hugsa seg um eina eyka ferð
Foreldur eiga at hugsa seg um eina eyka ferð, um tað er neyðugt at hava rúsdrekka á borðinum til jóla. Tað sigur sálarfrøðingur hjá Bláa Krossi.

Fyri tey allarflestu eru jólini ein spennandi tíð og nógv børn, og vaksin við, gleða seg sera nógv til hesa serligu tíð.
Hetta er tíðin, tá friður valdar og familjur eru saman.
Men, soleiðis er ikki hjá øllum.
At júst jólini gerast serliga avbjóðandi hjá summum, er nakað, sum tey síggja aftur í tilboðnum hjá Bláa Krossi, Títt Rúm.
Her eru tað onnur viðurskifti, enn jólafriðurin og gleðin, ið fylla.
Títt Rúm, er eitt tilboð til øll úr 0 til 35 ár, sum hava eina mammu ella pápa við rústrupulleikum, og familjur teirra.
Sambært nýggjastu metingini, eru áleið 1100 børn í Føroyum, sum búgva í einum heimi, har rúsur er ein avbjóðing. Hetta er tá rúsdrekka órógvar vanligu funktionina, sum ein familja hevur.
Í morgin er jólaaftan, sum í flestum førum merkir eitt búgvi borð við millum annað rúsdrekka.
Helena Bjellvåg vísur á, at hetta í summum førum eigur at geva foreldrum og øðrum vaksnum, ein møguleika at umhugsa hvørt tað er neyðugt at hava rúsdrekka afturvið jóladøgurðanum.

 

Hoyr samrøðuna við sálarfrøðingin hjá Títt Rúm, Helenu Bjellvåg, omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. januar
Morgunlestur hósdagur 15.januar 2026
202444
Mikudag 14. januar
Dansival
202653
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554