Ikki álvarsligt hjá Óla

bannari
26.12.2023 - 18:22
Innlendis
Ikki álvarsligt hjá Óla
Svenska felagið væntar Óla Mittún tøkan aftur seinni í vikuni, eftir skaðan í dag
Skaðin í dag fer neyvan at forða Óla Mittún at vera við til EM-endaspælið í januar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  

Hondbóltsúrmælingurin Óli Mittún fór skaddur av vøllinum tá svenska lið hansara Sävehof spældi dyst í heimligu kappingini í dag. Svenska heimasíðan Handbollskanalen skrivar, at dysturin knapt nokk var byrjaður tá føroyski leikarin lá á gólvinum og krøkti seg saman av pínu, eftir hann lendi heldur illa á høgra fóti. Óli mátti hjálpast av vøllinum, og fekk ikki spælt meira í dag.
Og nú EM-endaspælið stendur fyri durðum, kemur ein skaði til Óla Mittún sera illa við, men tíbetur sær EM-luttøkan hjá Óla Mittún ikki út til at vera í vanda, sigur Julian Johansen, hjálparvenjari hjá landsliðnum.

- Svenska felagið væntar Óla Mittún tøkan aftur longu 30. desember, sigur Julian Johansen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329