Sjálvstýri útihýsir fimm limum

06.01.2024 - 13:43
InnlendisPolitikkur
Sjálvstýri útihýsir fimm limum
Sofus Hansen, Jan Asbjørnsson Joensen, Brandur Øssursson Simonsen, Bjørn á Heygum og Rógvi Fossádal eru endaliga koyrdir úr Sjálvstýri
Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri

Eini 20 fólk vóru møtt á eykalandsfundinum hjá Sjálvstýri í skúlanum í Lamba fyrrapartin, har heitasta málið var avgerðin hjá landsnevndini um at blaka fimm menn úr flokkinum.

- Landsfundurin tók greitt undir við, at hesir fimm limirnir verða strikaðir, segði formaðurin í Sjálvstýri, Sámal Petur í Grund, tá ið Krista Johnsdóttir Kreutzmann hitti hann á døgurða.

Teir fimm fóru ímóti floksleiðsluni, tá ið teir bóðu Løgmálaráðið um at fáa innsavnaðu undirskriftirnar, ið vóru sendar ráðnum til góðkenningar í sambandi við uppstilling hjá flokkinum.

Miðlar onga atgongd
Floksleiðslan hevur heimild at strika limir, men hóast tann avgerðin fekk gildi alt fyri eitt, skuldi hon góðkennast á eykalandsfund, áðrenn hon endaliga kundi fáa gildi.

Tann 1. novembur læt Sjálvstýri Løgmálaráðnum tilsamans 814 undirskriftir, og av teimum eru tær 804 góðkendar, so flokkurin sleppur at stilla upp til komandi løgtingsval.

Á fundinum í Lamba fyrrapartin fingu fjølmiðlar ikki atgongd, og eingin av teimum fimm, ið vórðu tveittir úr flokkinum, var heldur til staðar á eykalandsfundinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Mánadag 2. mars
Nú er liðugt við small talk!!
205023
Mánadag 2. mars
Morgunlestur mánadagur 2.mars 2026
204715
Sunnudag 1. mars
Bolero 01 mars 2026
204993
Sunnudag 1. mars
Ættirnar syngja og suða
204992
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623
Sunnudag 1. mars
Estetiskur fimleikur, 2. steypakapping
204977