- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggja samgongu uttan Miðflokkin
11.01.2024 - 18:21
Innlendis›Politikkur
Nýggja samgongu uttan Miðflokkin
Stóru andstøðuflokkarnir, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, fáa so góða undirtøku í veljarakanning, at teir kundu skipað samgongu einsamallir.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Árni Gregersen, politskur viðmerkjari, vísir á, at undan løgtingsvalinum tann 8. novembur í 2022 vóru umstøðurnar ikki tær bestu hjá Fólkaflokkinum, men nú tykist hann av álvara at hava fótað sær væl aftur.
- Eisini vísir kanningin eina økta gjógv millum Havnina og restina av landinum, tí meðan sitandi samgonga hevur størstu undirtøkuna í Havn og har um leiðir, stendur andstøðan sterkast í restini av landinum, sigur hann.
Tað er Spyr.fo, sum hevur gjørt kanningina fyri Sosialin. Hon varð gjørd tann 5. januar og tilsamans 500 fólk vóru spurd.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV