Væntar góðar staðbundnar loysnir

27.01.2024 - 16:19
Innlendis›Vinna
Væntar góðar staðbundnar loysnir
At gjaldsportrið í Saksun nú rýkur, hóvar borgarstjóranum í Sunda kommunu. Hann vónar, at tað ber til til at fáa góðar staðbundnar ferðavinnuloysnir
Um nýggja lógin um burðardygga ferðavinnu verður samtykt, so má gjaldsportrið í Saksun takast niður.

Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu, heldur ikki, at tað verður ruðuleiki í Saksun, um nýggja uppskotið um gongd í haga verður samtykt, og gjaldsportrið rýkur.

Tað er annars nakað, sum bóndin áður hevur sagt, at tað var, áðrenn portrið kom, 

Borgarstjórin vísir á, at størsta avbjóðingin í Sunda kommunu ikki er júst gongd í haga, men heldur teir smølu vegirnir til nakrar av bygdunum í kommununi.

Í viðmerkingunum til uppskotið um burðardygga ferðavinnu stendur, at væntað verður, at umleið 20 milliónir krónur fara at koma inn í ferðaavgjaldi frá ferðafólki. Tað skal býtast millum allar kommunurnar, einstøku bygdirnar og ognarar og festarar.

Uppskotið leggur upp til at kommunir og festarar og ognarar skulu finna staðbundnar loysnir innan ferðavinnuna. Tað heldur hann fer at bera til.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025