Størri og størri dentur verður lagdur á umhvørvi, tá skip verða teknað

29.05.2024 - 13:48
Størri og størri dentur verður lagdur á umhvørvi, tá skip verða teknað
Tað sigur Marni Olsen, skipaverkfrøðingur hjá Knud E. Hansen, sum eisini hevur deild í Føroyum

Størri og størri dentur verður lagdur á umhvørvi, tá ið skip verða sniðgivin í dag, sigur Marni Olsen. Og tað merkir eitt nú, at skipini gerast so long sum gjørligt. Hugsandi er eisini, at sum frálíður verður brennievnið ethanol, ammoniakk ella grønt diesel. Tá ið talan er um el-rikin skip, fara hesi at sigla styttri farleiðir. Eisini verða royndir gjørdar við seglføring á stórum ferðamannaskipum.
Tá ið talan er um útsjóndina á skipum, sigur Marni Olsen at flest øll, sum arbeiða við sniðgeving av skipum, leggja seg eftir at tekna vøkur skip. Eisini hava teknistovurnar ofta síni sereyðkenni, tá ið talan er um snið og útsjónd.
Knud E. Hansen hevur millum annað teknað gomlu og nýggju Norrønu, tríggjar teir seinastu Smyrlarnir, Ólav Halga og Riturnar báðar.
Tú kanst hoyra samrøðuna við Marna Olsen her!

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. februar
Buongiorno dall´Italia
203938
Mánadag 9. februar
Morgunlestur mánadagur 9.februar 2026
203856
Sunnudag 8. februar
Bolero
203894
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203891
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864
Fríggjadag 6. februar
Úr savninium: Við Naddoddi um hav
203854