- Tíðindi, mentan og ítróttur
Etos
Dorthe Birkmose er sálarfrøðingur og hevur skrivað ritgerð í fyribrigdinum, "tá menniskju ikki hava sjálvstilvitan".
Hon arbeiddi nøkur ár sum neuropsykologur á brekøkinum, men fór so undir sjálvstøðuga vinnu í 2004. Hennara yrkið hevur verið at supervisera, og hon er komin runt Danmark til nógv støð og stovnar, har hon varnaðist, hvussu strongd og sálarlig ovbyrjan avlagar menniskju. Hon sá ógvusligu baksíðuna - nevniliga ráanina.
Hon hevur skrivað bókina "Tá góð menniskju eru ónd - ráanin sum er eitt tabu". Fyri at skilja hetta fyribrigdið, sigur Dorthe Birkmose, at hon brúkti, hvat sálarfrøðin sigur um óndskap, og hvussu óndskapur verður ein viðspælari millum fólk.
Í dag ferðast Dorthe Birkmose runt í Norðanlondum og fyrilesur um ráan, so til ber at fyribyrgja og tá skaðin er hendir, hvussu menniskjuni kunnu fara víðari í teirra lívi.
Tað, sum er so lúmskt og vandamikið við ráan er, at tú varnast ikki tína ráan, men heldur at tað eru hini. Ikki fyrrenn tú varnast tína ráan, kann nøkur broyting til tað betra henda. Og skeiv gongd kann vendast. Dorthe sigur, at øll ráan byrjar og endar við strongd.
Tí ráan kann henda og er allastaðir har menniskju eru. Har fólk eru sett í starv fyri at hjálpa øðrum og strongdin ger seg galdandi, har er vandin fyri at menniskju verða ófantalig.
Men tey stillu vitnini, tey sum eygleiða og onki siga, tey góðtaka ófantaligu viðferðina av øðrum, tí tey siga onki.