Leitisstein

LEITISSTEIN 08.10.2024 (Tina Mellemgaard)
08-10-2024
"Tanker" kallast fyrsta EP'in hjá 21 ára gomlu og sera dugnaligu Tinu Mellemgaard, sum er gestur í sendingini.

Í 2022 kom blaðunga Tina Mellemgaard blundrandi inn í almenna framljósið í sendingini X Factor, har hon sang seg til eitt triðja pláss og nógv rósandi orð.

Tina Mellemgaard, sum enn einans er 21 ára gomul, hevur nú givið sína fyrstu EP, "Tanker," út undir listanavninum Tina Mellem.

Tina hevur sjálv skrivað sangirnar á EP'ini, og hon eisini hevur framleitt sjálv.

Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki.  Týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15. Sendingin er eisini á Facebook og Spotify.
"Tanker" kallast fyrsta EP'in hjá 21 ára gomlu og sera dugnaligu Tinu Mellemgaard, sum er gestur í sendingini.
08-10-2024
Hvørjum tónleiki lurtaði Andreas Mogensen eftir úti í rúmdini? Er nakað ljóð úti í rúmdini? Og hvussu er at vera í rúmdini? Andreas Mogensen, rúmdarfari, er gestur
02-10-2024
Shitboys eru gestir í sendingini, nú Joe legðist sjúkur, og við sær í útvarpsstovuna hava teir nýggju plátuna "The Reson For Hardcore Vibes III"
24-09-2024
"Fugloy" nevnist onnur heildarútgávan hjá klassiskt lærda pianistinum Jósef Zachariassen, ið nú hevur flutt seg yvir í tann rútmiska tónleikapallin
18-09-2024
Lea Kampmann er gestur í sendingini, har hon leggur sína nýggju plátu "Seinferð" fram, ið er hennara onnur heilsarútgáva, men hennara fyrsta á føroyskum
11-09-2024
"Leitisstein is back, baby!" Fyrsta sendingin er á tremur við nýggjum og spikahamrandi feitum tónleiki
04-09-2024
Eivør er gestur í Leitisstein fyri fyrstu ferð, og við sær í útvarpsstovuna hevur Eivør sína 10. soloplátu, "ENN". Plátan verður frumspæld í sendingini
11-06-2024
Nýggjur, fjøltáttaður og spikahamrandi foytur tónleikur er á skránni í sendingini, ið ferðast frá poppi til punk, frá country til rokk, frá tí kenda til tað ókenda
05-06-2024
Nýggjur tónleikur við spennandi nøvnum sum Lola Young, Sierra Ferrell, Maggie Rogers, Grace Cummings og øðrum
29-05-2024
"Battle Ballads" eitur nýggja plátan hjá víkingamálmsbólkinum Týr, sum er tann níggjunda hjá bólkinum. Heri Joensen, Gunnar Thomsen og Hans Hammer eru gestir í sendingini
22-05-2024
Kacey Musgraves, Bonny Light Horsman, Kaleo, Angus & Julia Stone og mong onnur eru á skránni í sendingini
15-05-2024
Kendi tónlistamaðurin og tónleikarin Høgni Lisberg er gestur, nú hann skal til próvtøku sum tónleikabókari í summar, tá hansara fyrsta G! skrá skal standa sína roynd
07-05-2024