- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tíðarrák
Fríggjadagin 13. september varð GroAqua á Kambsdali - ein fyritøka, sum upprunaliga var stovnað í 1972 av Jóannesi Thomsen og seinri nevnd JT Electric, kosin Ársins virki.
Í 2018 legði fyritøkan seg eftir bara at veita vørur og tænastur til alivinnuna - og ikki bara í Føroyum, men um allan heimin.
Vit tosa við Suna Justinussen, ið er stjóri í GroAqua, um eitt nú hvussu fyritøkan mennir sínar vørur og tænastur, um hvat skal til, tá tú skalt inn á altjóða marknaðin, og hvørji starvsfólk, GroAqua hevur brúk fyri.
Fyritøkan S. M. Jakobsen Ráðgevandi verkfrøðingur var stovnað í august 1969 av Sofusi M. Jakobsen, og virkaði í mong ár í Føroyum, men seinri árini hevur fyritøkan, sum í dag eitur SMJ, víðkað um virksemið, sum í dag fevnir um fleiri norðanlond, teirra millum Danmark, Ísland, Noreg og Grønland.
Í samrøðuni við annan av stjórunum í SMJ, Pætur Jakobsen, tosa vit eitt nú um hvussu tú skalt bera teg at, tá tú vendur tær móti einum útlendskum marknaði og hvønn týdning hesin marknaður hevur fyri fyritøkuna.
Eisini tosa vit við Niels Winther, stjóra í Vinnuhúsinum, sum eitt nú letur okkum eitt heildarmynd av tí, sum fer fram innan nýggjar vinnur, ið samstundis bróta upp úr nýggjum. Eisini vísur Niels Winther á at íslendska fiskivinnan í dag bara stendur fyri umleið 20 prosentum av samlaða útflutninginum.
Sendingin kann hoyrast her!