Lesikrókurin

Lesikrókurin 29 sep 2024
18-10-2024
Lesikrókurin sum Helena Lamhauge-Mortensen leggur til rættis

Tá ið konan ein dagin gevur honum tveir møguleikar: annaðhvørt fær hann skil á vreiði síni, ella skiljast tey, varnast Alex, hvussu nógv hendan kenslan, vreiði, fyllir hjá honum. Alex ger av at fara í terapi, og her verður hann biðin um at tekna sína ættartalvu niður fyri at finna rótina til sína vreiðu. Í beinari linju vísir vreiðin seg at stava frá kenda svenska rithøvundinum, Sven Stolpe, sum er abbi Alex í móðurætt. Hetta er byrjanin til eina kanningarferð hjá Alex, sum førir hann aftur til summarið 1932, tá omman byrjar eitt kærleikssamband við unga mannin og skaldið Olof Lagercrantz, og tá Alex sum 11 ára gamal vitjar Karin ommuna og Sven abban eitt vikuskifti í 1988.
Skaldsøgan Brenn øll míni brøv eftir svenska høvundin Alex Schulman kom út í 2018. Jákup í Skemmuni týddi úr svenskum, og Sprotin gav bókina út í 2024.

Lesikrókurin

Lesikrókurin er poddvarprøð, har lesiáhugað hittast við eitt borð og tosa um ávísar bøkur, tey hava lisið.  Leikrókurin er eitt framleiðslusamstarv millum Sprotan og Kringvarp Føroya.
Lesikrókurin sum Helena Lamhauge-Mortensen leggur til rættis
25-11-2024
Vertur er Helena Lamhauge-Mortensen.
27-10-2024
Lesikrókurin sum Helena Lamhauge-Mortensen leggur til rættis
18-10-2024
Eyðun Klakstein leggur til rættis
13-06-2024
Vertur er Eyðun Klakstein
23-05-2024
Hesa ferð ummæla Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, Brandur Mortensen Nolsøe og Annika Egholm bókina "Reyðhærda kvinnan" eftir Orhan Pamuk. Vertur er Eyðun Klakstein.
25-04-2024
Vertur er Eyðun Klakstein
28-03-2024
Eyðun Klakstein er vertur.
29-02-2024
Vertur er Eyðun Klakstein.
23-11-2023
Í Lesikrókinum verður bókin "Upplesarin" hjá Bernhard Schlink umrødd. Beinir Bergsson týddi til føroyskt, og Sprotin gav bókina út.
28-09-2023
Eyðun Klakkstein er vertur
15-06-2023
Vertur er Eyðun Klakstein
18-05-2023