- Tíðindi, mentan og ítróttur
Træ er nógv tað besta tilfarið, sum er.
25.10.2024 - 18:41
Træ er nógv tað besta tilfarið, sum er.
Hanni Bjartalíð, sum júst hevur fingið mentanarvirðisløn landsins, greiðir frá um sína list.

Hanni Bjartalíð í Steinprenti
Mynd: Leivur Thomsen
Mikukvøldið fekk Hanni Bjartalíð Mentanarvirðisløn Landsins. Á palli í Varpinum í Klaksvík gjørdi hann greitt, at hann ikki ætlaði at brúka so nógv orð til takkarrøðu, tí tað høvdu bómentafólkini longu gjørt. Men listin talar fyri seg. Hóast hetta at tala fyri stórum mannamúgvum ikki júst er tað, hann hevur bestan hugin til, sparir hann sanniliga ikki upp á orðini, tá vikuskiftissendingin hittir hann í Steinprenti, har hann í hesum døgum hevur framsýning. Hoyr hanna greiða frá um ferðina frá tekning og málarí til træskurð, og hvat hann leggur dent á við listini.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV














