- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Tvær milliónir krónur um mánaðin.
Tað er tað, sum landskassin hevur fingið inn í tøkugjøldum seinastu mánaðirnar. Og nú ætlar samgongan enn eina ferð at broyta gjaldið - men hvat fer tað at merkja?
Vit tosa við Hans Ellefsen, búskaparfrøðing, Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, og í útvarpsstovuni vitjar Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.
Trump aftur við valdið
Donald J. Trump er aftur í hvítu húsunum.
Tað gjørdist greitt gjáramorgunin, tá hann vann ella hevði munandi leiðslu í øllum sveiggjstatunum.
Í skrivandi løtu hevur Donald Trump 295 valfólk og Kamala Harris 226.
Tá skal leggjast aftrat, at Trump eftir øllum at døma eisini vinnur Nevada og Arizona, har tað enn verður talt. Um so er, so fær hann 17 valfólk aftrat og vinnur vailð við 312 valfólkum, sum er fleiri enn tá hann vann í 2016.
Erik Løksagarð, stjórnmálafrøðingur, vitjar útvarpsstovuna.
Gjørt sendingina hava Marjun Dalsgaard og Hallur av Rana, sum var redaktørur.
Tøkningur var Kári Annand Berg