Tíðarrák

Onki føroyskt orð er fyri deyting
21-11-2024
Tað sigur Bjørt Lind, ið er útbúgvin sálarfrøðingur og sexologur, sum heldur at tað eru bæði fyrimunir og vansar við talgildum deytingtænastum sum Tinder

Tað eru bæði fyrimunir og vansar við talgildum deytingtænastum sum Tinder, sigur Bjørt Lind, ið er útbúgvin sálarfrøðingur og sexologur. Tað góða er at tað gerst lættari at møta onkrum, og tað kann skunda undir hetta at finna ein partnara. Men samstundis er tað ein vansi at tú eisini kanst verða snýtt ella sáraður. Og um tú sveipar og sveipar og onki eydnast, kann hetta ávirka bæði sjálvsfatan og sjálvsálit skeiva vegin.

Men yvirhøvir haldi eg at tað at hava hendan online møguleikan er bara eitt eykating í tí at finna ein partnara.

Deyting er eisini eitt rættuliga nýtt fyribrygdi í Føroyum. Og kanska er tað tí, at øll kenna øll í Føroyum og tí er føroyski deytingmarknaðurin øðrvísi enn uttanlands. Hevur tú verið á einari miseydnaðari deyt, er ikki óhugsandi at tú møtir viðkomandi aftur seinri - og tað hendur ikki í sama mun uttanlands.

At deyting er eitt lutfalsliga nýtt fyribrigdi í Føroyum sæst eisini aftur málsliga, tí vit hava ikki nakað rættuligt orð fyri at deyta. Har er kortini eitt orð, sum Bjørt Lind dámar sera væl, hóast tað ikki er júst tað sama, og tað er at fjasast, sum Bjørt heldur vera onkustaðni millum tað at deyta og at ganga saman.

Í Føroyum verða deyting-appir eisini brúktar, soleiðis at tú fær eitt yvirlit yvir hvørji fólk eru tøk á marknaðinum, og møtur tú onkran teirra í býnum, veitst tú at tú kanst royna eftir viðkomandi.

Úrvalið av deytingheimasíðum og deytingappum er rættuliga fjølbroytt, sigur Bjørt. Umframt appir sum Tinder, Happn, Bumble, Hinge, OkCupid, Badoo, Match.com, EliteSingles og Grindr finnast nógvar appir, sum venda sær til serligar málbólkar, sum eitt nú samkynd, um tú er trúgvandi ella ikki, og um tú hevur kelidjór ella ikki fyri bara at tríva í rúgvuna.

Í samrøðuni verður eisini nomið við eitt nú hvat er ein góð vangamynd á netinum, hvussu er við romantiska partinum, tá tú møtist á netinum, um hvønn týdning deyting-appir kunnu hava fyri javnstøðu, og í hvønn mun koronafarsóttin kann hava broytt deytingmynstrið á netinum.
Samrøðan við Bjørt Lind er gjørd í samband við stuttrøðina Tíðarrák, ið kann hoyrast her!

Tíðarrák

Hvørji rák mynda føroyska samfelagið og heimin í dag, og hvat merkir tað fyri samfelagið og hin einstaka? Í fimm sendingum viðgera og umrøða vit nøkur tíðarrák, sum onkursvegna eyðkenna okkara samtíð. Og evnini eru rættuliga ymisk. Gunnar Nolsøe leggur til rættis.
Hvat eyðkennir ættarliðini X, Y og Z, tá talan er um arbeiðsmarknaðin? Vit tosa við Duritu Fagradal Augustinussen, Poulu Michelsen og Bergtóru Høgnadóttir
26-11-2024
Tað sigur Bjørt Lind, ið er útbúgvin sálarfrøðingur og sexologur, sum heldur at tað eru bæði fyrimunir og vansar við talgildum deytingtænastum sum Tinder
21-11-2024
Brimheim fann kærleikan á Tinder, Linda Laksáfoss og Christian Rodell á Kristen Dating, og vit tosa við Bjørt Lind, sálarfrøðing og sexolog, um millum annað netdeyting.
18-11-2024
Hip hop og rapp hava skumpað rokktónleikin av ovastu rók, og einstaklingarnir hava tikið valdið frá orkestrunum á hittlistunum
28-10-2024
Talgildið heimurin hevur stórar vakstrarmøguleikar við sær fyri føroyskar fyritøkur. Og hetta hevur eisini týdning skulu vit fáa ung at støðast í Føroyum
20-10-2024
Umleið 75 prosent av søluni hjá bæði GroAqua og SMJ er uttanlands
15-10-2024