- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin
Í 2024 hevur tema-dentur verið á fleiri útgávur, ið vórðu givinar út í 1984, tað vil siga fyri 40 árum síðan. Hetta eru alt útgávur, ið hava dygd til kunna heiðrast og soleiðis er eisini við tí seinastu av ársins heiðursplátum, frumplátuni hjá Frændum, kallað 'Saman við tær'.
Prátað verður við Steintór Rasmussen um teir ellivu sangirnar, ið festir vórðu á 'Saman við tær'. Hann skrivaði sangtekstirnar til útgávuna og komponeraði átta av løgunum. Tann einsamalli týddi teksturin er til lag hjá Rodrigues, til ein annan varð Paul Simon lag lánt, og Torberg Johannesen skrivaði lag til ein teirra. Upptøkan varð gjørd í MZ Ljóðteknikk í Havn, og Anker Eli tilevnaði plátuhúsan. Útgevari var Framtíð Føroya.
Løg
Hundurin brúni (orð & lag: Steintór Rasmussen).
Sangur til frælsi (orð & lag: Rodriquez - týtt til svenskt: Afzelius - týtt úr svenskum Steintór Rasmussen).
Ráðaleysi yrkjarin (orð: Steintór Rasmussen, lag: Torberg Johannesen).
Minnist tú gildið (orð & lag: Steintór Rasmussen).
Brennivínsvinir (orð & lag: Steintór Rasmussen).
Kærleiki (orð & lag: Steintór Rasmussen).
Kuffert (orð & lag: Steintór Rasmussen).
(Upprunaliga:) Baby Reagan (lag: Paul Simon, orð: Steintór Rasmussen).
Lívsmynd (orð & lag: Steintór Rasmussen).
Hví situr tú so (orð & lag: Steintór Rasmussen).
Saman við tær (orð & lag: Steintór Rasmussen).
Plátubarrin 31.12.24