- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Tann vinarligi og lítillætni Hilmar Heinesen var kendur kring landið sum lutaseðlaseljari fyri Deyvafelagið. Hann vísti eitt skelti fram sum segði, at hann kom frá Deyvafelagnum og spurdi fólk um tey vildu keypa lutaseðil og harvið stuðla teimum deyvu í Føroyum.
Umstøðurnar gjørdu, at Hilmar fekk eitt øðrvísi lív enn flestu føroyingar. Men sjálvur segði hann, at hann var ógviliga glaður fyri lívið og alt hann hevði upplivað, bæði á sjógvi og landi. Hann doyði í 2013, 102 ára gamal, og hann er grivin í heimbygdini Miðvági.
Her kanst tú hoyra samrøðuna, sum Tórður Mikkelsen í 1994 hevði við Hilmar Heinesen, ið tá var 83 ár. Ditlev Olsen, fyrrverandi stjóri á Skúlanum á Trøðni, tulkar.