Orðaval

Orðaval #8 - jól og veður
13-01-2025
Dagfinn Olsen, lærari, og veðurmaðurin Hanus Kjølbro frá Veðurstovu Føroya eru gestir í sendingini

Í sendingin hesaferð verður tosað við Dagfinn Olsen, lærara, um orð, sum viðhvørt vera ivasamt framborin. Nomið verður við onkran sang, og so verður eisini orð skift um fótbóltsmál í miðlunum. Prátað verður eisini við Hanus Kjølbro, veðurmann á Veðurstovu Føroya, um málburð, tá tey kunna um veðrið.

 

 

Orðaval

Orðaval er sending, ið viðger føroyskt mál á ymiskan hátt. Skiftandi málkøn fólk gera sendingina saman við vertinum. Øssur Egholm leggur til rættis.
Dagfinn Olsen, lærari, og veðurmaðurin Hanus Kjølbro frá Veðurstovu Føroya eru gestir í sendingini
13-01-2025
Hví brúka vit orðini lítla jólaaftan og Tollaksmessa um 23. desember, og er munur á teimum? Tosað verður eisini við Bergtór Hjelm Bjarkhamar, prest, um kirkjumál
23-12-2024
Málsøgan hjá føroyskum og orð, ið hava við eygu og sjón at gera, eru evnini í sendingini, har eisini verður tosað við Sonna Smith, fyrrverandi útvarpsmann
16-12-2024
Dagfinn Olsen, lærari, er gestur, har tosað verður um føroyska málið seinastu 150 - 200 árini. Hvat var tað fyri eitt mál, ið føroyingar tosaðu tá?
09-12-2024
Sandra Saxov Lamhauge, ph.d-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, er gestur. Sandra er í holt við eina ph.d um føroyskar dialektir, ella føroysk málføri
25-11-2024
Høvusevnið hesaferð er bendingar, hvussu benda vit hesi ymisku orðini. Gestur er Lena Reinert. Tosað verður eisini við Kára P. um at skriva sangtekstir á føroyskum
18-11-2024
Gestir í sendingini vóru Bjarni Steintún og Helgi Abrahamsen, sum tosaðu um upprunan til føroyska málið og orðið "halga"
11-11-2024
Enskt fær alsamt størri ávirkan á føroyska málið. Dagfinn Olsen og Marið E. Persson eru gestir
04-11-2024