- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin
Netmiðilin Popdose.com lýsti stílin sum: 'Village People hittir Pink Floyd', meðani bólkalimirnir sjálvir søgdu 'Kiss hittir Donnu Summer'. Tað var sambært framleiðaranum, Trevor Horn, og hann skilti hvat teir hugsaðu um. Donna Summer var dansur og Kiss var uppá fleiri mátar eitt sindur ov nógv av tí góða.
Serliga 'Relax' varð spælt nógv í Føroyum, tó næstu tvær a-síðurnar frá albuminum eisini vóru javnan at hoyra. Tónleikurin á Temaplátuni er pumpandi synthpoppur/-rokkur við fleiri synthezisarum sum grund, meðani vanligi ljóðførini eru har onkustaðni aftanfyri. Itunes hjá Apple kallar stílin 'Dance'(diskotek)', hvat hann eisini er, tó hetta sjálvandi ikki kann sigast um róligu løgini, harav 'The Power of Love' framvegis er ein væl dámdur 'sjelari'.
Bólkalimirnir, Holly Johnson og Paul Rutherford, vóru millum teir fyrstu mannligu popptónleikararnar, sum ærligani og opið lótu okkum vita, at teir eru samkyndir. Tað var samstundis sum teir nýttu rættindastríðið fyri samkynd og tann sexualitetin sum evni í tónleikinum og framførslunum á palli. Og teir fóru langt, næstan alt var loyvt, ja, nógv vóru sokallaðu frávikini hjá Frankie Goes To Hollywood, men okkum dámdi tónleikin.
Plátubarrin 18.1.25