Samværi

Samværi 058 - Hvat gongur fyri seg í undirgrundini?
28-01-2025
Michael Antony Charles Johannesen og Diana Jógvansdóttir Hansen hittast í samværa og tosa um, hvat gongur fyri seg í undirgrundini

Tónlistamaðurin Michael Antony og dansarin Diana arbeiða bæði list, sum kann vera ein partur av náttarlívinum. Tey bæði tosa um, hvussu umráðandi tað er at vera virkin í einum blómandi umhvørvi, og hvussu tey hava luttikið í undirgrundssenuni í Føroyum. Somuleiðis viðgera tey ta tvístøðuna, sum mong listafólk kenna: at noyðast at vera tann, sum skapar karmarnar hjá øðrum at útinna sína list, men somuleiðis ikki at nóg góðar stundir at hugsavna seg um egna praksis. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tey um týdningin, sum undirgrundssenan hevur havt á teirra starvsleið.

 

Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini. 

 

Samværi

Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum. Instagram: @samvaeri
Michael Antony Charles Johannesen og Diana Jógvansdóttir Hansen hittast í samværa og tosa um, hvat gongur fyri seg í undirgrundini
28-01-2025
Pauli Reinert Poulsen og Bárður Reinert Poulsen hittast í samværa og tosa um, hvussu mann kann liva av tónleikinum.
21-01-2025
Bjørg Elttør og Erla Ziskasen hittast í samværa og tosa um, hvussu mann kann bróta reglurnar.
14-01-2025
Askur Skaalum Gregersen og Álvur av Kák hittast í samværa og tosa um tað at skriva á føroyskum og at búgva í Danmark
07-01-2025
Markus Hammer og Siri Súsonnudóttir Hansen hittast í samværa og tosa um árið 2024, ið fór.
01-01-2025
Ole Wich og Høgni Mohr hittast í Samværa og tosa um tær avleiðingarnar, sum teir hava merkt sum listafólk.
17-12-2024
Silja Aldudóttir og Mariann Hansen hittast í samværa og tosa um, hvussu tær finna tíð at arbeiða við list.
10-12-2024
Jon Fosse og Marna Jacobsen hittast í samværa og tosa um samstarvið millum rithøvund og týðara.
03-12-2024
Ólavur Eyðunsson Gaard og Kristian Blak hittast í samværa og tosa um, hvussu jazzurin í Føroyum hevur tað.
26-11-2024
Jenný Augustudóttir Kragesteen og Elinborg Pálsdóttir hittast í Samværa og tosa um, hví kvinnur í ofta verða samanbornar.
07-11-2024
Elin Michelsen og Elin á Rógvi hittast í Samværa og tosa um, nær mann kann kalla seg ein rithøvund
29-10-2024
Mikael Blak og Per Ingvaldur Højgaard Petersen hittast í Samværa og tosa um, hvat eitt gott konserthøli er.
22-10-2024