Breddin

Breddin: Ukrainsk flóttafólk og játtanarkarmar
01-04-2025
Í sendingini hesaferð viðgera vit nýggju avbjóðingina, sum er at taka ímóti flóttafólki. Eisini viðgera vit játtanarkarmarnir fyri 2026, sum vórðu lagdir fram í gjár

Yvirskipað hava vit sum samfelagið megnað væl at lofta nýggju avbjóðingini - at taka ímóti flóttafólki. Men vit hava framvegis nógv at læra:

Ukrainsku flóttafólkini hava ofta trupult við at finna ein kommunulækna. Tey hava ofta torført við at koma inn á arbeiðsmarknaðin. Tað gongur striltið við at læra føroyskt. Tey hava trupult við at finna ein góðan, varandi bústað. Og óvissan um, hvussu leingi tey sleppa at vera í Føroyum, elvir eisini til ørkymlar.

Hetta eru nøkur viðurskifti, sum verða staðfest í nýggjari kanning hjá Útlendingastovuni og Fróðskaparsetrinum.

Luttakarar: Durita Kastalag, integratiónsskaskipari á Útlendingastovuni, Fía Lindenskov, integratiónssamskipari í Tórshavnar Kommunu, og Angelina Johannesen, ukrainskur tulkur í Føroyum. 

Játtanarkarmarnir fyri 2026 vísa 252 milliónir krónur í halli. Og tað gongur striltið - sera striltið - at fáa yvirskot á fíggjarlógina. Verða ikki munandi átøk gjørd hvørt ár næstu árini, so verður ikki avlop aftur á fíggjarlógini í bræði.

Luttakarar: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, Magnus Rasmussen, limurí fíggjarnevndini hjá løgtinginum. 

Lagt sendingina til rættis: Sigurjón Einarsson og Jón Brian Hvidtfeldt, redaktørur

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Hví er eitt so lítið land so áhugavert hjá nøkrum av teimum mest valdsmiklu leiðarunum í heiminum, verður spurt í sendingini í dag.
16-04-2026
Í dag er fyrsti Breddin síðani løgtingsvalið 26 mars - og hann fer sjálvandi at snúgva seg um breiðu ABC samgonguna, sum í gjár, gjørdist veruleiki.
14-04-2026
Umboð fyri ungmannafeløgini vóru í útvarpsstovuni at siga sína hugsan um, hvat tey halda eru týdningarmestu málini
27-02-2026
Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, fer at greiða frá søguni um sambandið millum fakfeløg og politiskar flokkar, og Jóhann Lützen og Árni Gregersen greina politisku støðuna
26-02-2026
Viðmerkjarar greina politisku støðuna eftir tingfundin í gjár, og vit hyggja eisini at greiningini hjá Deloitte um føroyska bústaðarmarknaðin
24-02-2026
Tað, sum byrjaði sum ein skrásettur felagsskapur, hevur ment seg til eitt víðfevnt kjak um trúarfrælsi, trygd, fremmandafígging
20-02-2026
Hóttanir fjaldar á netinum. Tað snýr seg um at órógva samfeløg, raka kritiska undirstøðukervið og fyritøkur
19-02-2026
Eftir trygdarráðstevnan í München er spurningurin, um vit eru á veg inn í eina nýggja og ótryggari tíð, har ongin veruligur leiðari er, verður spurt í sendingini í dag
19-02-2026
Í sendingini í dag spyrja vit, um vit kunnu líta á amerikanskar tøknirísar, ella um tíðin er komin til at venda amerikanskari tøkni bakið
13-02-2026
Summi halda, at útlendingalógin skal herðast, onnur halda, at lógin skal gerast smidligari, og uppaftur onnur halda bæði í senn
12-02-2026
Tvey evni eru í sendingini í dag
10-02-2026
Fer Evropa at flyta seg ímóti at vera meira sum eitt ríki,verður spurt í sendingini í dag
06-02-2026