Eitt korter við...

Eitt korter við kórtónleiki 6. mai 2025
06-05-2025
Lív Mikkelsen leggur til rættis

Í dag fara vit at hoyra løg úr Suðuramerika, Japan, Afrika og vit enda í Føroyum við kórinum Tarira, ið vann fyrstu heiðursløn, tá árliga kórstevnan var hildin í Vestmanna um vikuskiftið.
Heili 17 kór og eini 6-700 kórsangarar úr øllum landinum luttóku á stevnuni.
Tarira við Berhardi Wilkinson sum kórleiðara, varð kosið besta kór. Á øðrum plássi kom Xperiment, Silvitni fekk triðju virðisløn, og áhoyrarnir á konsertini góvu Xperiment við Ásbjørn Berthelsen sum dirigenti flest atkvøður. Kórleiðarin og tónaskaldið Kári Bæk bleiv eftir konsertina heiðraður við einum Herðaklappi

Tónleikalisti:
1. Exaudi Chamber Choir from Cuba - Arroz con leche (Komp. Carlos Guastavino)
2. Silvitni - Mae (Komp. Kentaro Sato)
3. Soweto Gospel Choir - Shozoloza (Komp. uppr.)
4. Alaia - Dizdizak Zeruan (Komp. Eva Ugalde)
5. Tarira - Sig mær hví er foldin føgur (Komp. Sunleif Rasmussen)

Eitt korter við...

«Eitt korter við…» er sending, har ein vertur hvønn týsdag, mikudag og hósdag klokkan 12-12.15 velur tónleik í tónleikastílum, ið ikki eru eins nógv at hoyra í útvarpinum og aðrir. Sendingin hevur skiftandi vertir, og málið er at skapa størri fjølbroytni í ljóðmyndini, at bjóða lurtaranum av og veita tónlistarligan íblástur.

Eyðun á Lakjuni leggur til rættis
26-11-2025
Lív Mikkelsen leggur til rættis
25-11-2025
Vit hoyra klassiskan tónleik.
19-11-2025
Vit hoyra jazz
13-11-2025
Lív Mikkelsen leggur til rættis
11-11-2025
Elin Michelsen leggur til rættis
28-10-2025
Vertur er Elin Michelsen
21-10-2025
Rúni Eysturlíð leggur til rættis
09-10-2025
Á skránni er tónleikur eftir Felix Mendelsohn
08-10-2025
Lív Mikkelsen leggur til rættis
07-10-2025
Vit hoyra jazztónleik
25-09-2025
Vit hoyra klassiskan tónleik
24-09-2025