Leitisstein

LEITISSTEIN 05.09.2025 (Förist 20 ár)
05-09-2025
Páll Oddur Rubeksen og Finnur Koba eru gestir í sendingini, nú tað eru 20 ár síðani, at Páll Finnur Páll gav legendarisku plátuna Förist út

Í 2005 var eitt krútsterkt ár fyri útgávur. "A Place To Stand On" hjá Deja Vu, "Viva La Republica" hjá 200, "Can't Erase It" hjá Lenu Anderssen og "Morning Dew" hjá Høgna Lisberg komu allar út í 2005. Millum útgávurnar var eisini onnur heildarútgávan hjá ungu havnarbólkinum Páll Finni Páll. Tað vil siga, at tað í ár eru 20 ára síðani sangir sum "Herbergið", "Dýr tíð", "Grannin" og "Fari mín egna veg" komu út, og dagurin verður feiraður saman við Páll Odduri Rubeksen og Finni Koba.

Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki fríggjadagar klokkan 13, og so verður sendingin endursend týskvøld klokkan 21. 

Aftur í ár er Eiler Sørensen gestur, tá alternativur jólatónleikur verður spældur. Jólavættrarnir Katrin Reistrup og Rannvá Píl Heinesen eru eisini í útvarpsstovuni
13-12-2025
Steintór Rasmussen er gestur í LEITISSTEIN í sambandi við, at hann útgevur jólafløguna "Gløgg"
05-12-2025
Kultbólkurin maður:glotti er gestur í sendingini í sambandi við, at bólkurin hevur funnið stevið aftur og útgivið sína fyrstu plátu í 16 ár, "Stev"
28-11-2025
Eva Døgg Bragardóttir úr Hvalba plagdi at vera rættiliga kvirr sum barn, men nú er hon alt annað. Eva Døgg spælir tónleik undir navninum Kvirr og hevur givið sína fyrstu EP út
21-11-2025
"Íða" eitur fyrsta føroyska plátan hjá Frum, ið er Jenný Augustudóttir Kragesteen. "Íða" er eisini fyrsta plátan, ið Frum gevur út á vinyl. Jenny er gestur í sendingini
14-11-2025
Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni í sendingini, tá LEITISSTEIN koyrir solo í løtu
07-11-2025
"Í ævir" eitur fyrsta plátan, LPin, hjá dugnaligu Eliborg Pálsdóttir, ið er gestur í sendingini
31-10-2025
"Sólskin" eitur nýggja plátan hjá Stanley Samuelsen, ið er gestur í sendingini saman við konuni Merete Messmann, nú Stanley hevur fingið staðfest Alzheimers
24-10-2025
Dugnaliga tónlistakvinnan Maria Guttesen er gestur í sendingini í sambandi við, at bólkur hennara, Dividedeminds'25, endurútgevur útgávuna "The Last Night" frá 2004 á vinyl
17-10-2025
Livandi legendan Martin Joensen er gestur í sendingini, ið er ein tónlistarlig ferð gjøgnum yrkið hjá Martini sum tónlistamaður
10-10-2025
"Livandi" eitur nýggja plátan hjá Døgg Nónsgjógv. "Plátan er ein tónleikasøga um vaksnamannakærleik," sigur Døgg Nónsgjógv um útgávuna
03-10-2025
Nýggjur, fjøltáttaður og spikahamrandi feitur tónleikur á skránni í sendingini
26-09-2025