Breddin

Breddin: Fer Suðuroyartunnilin at venda gongdini í Suðuroy?
11-12-2025
Í sendingini varpa vit ljós á støðuna í Suðuroynni, har fólkatalið støðugt minkar og har tey ungu og arbeiðsføru fólkini flyta

Fólkatalið í Suðuroynni er søguliga lágt.

Tað eru serliga tey ungu og fólk í arbeiðsførum aldri, sum flyta úr Suðuroynni.

Borgarstjórar royna og hava roynt at fáa fólk at trívast og verða verandi við ymiskum átøkum, men keðiliga gongdin heldur fram.

Mitt í øllum hesum er kjakið um ein møguligan Suðuroyartunnil.

Nógv halda, at ein Suðuroyartunnil kann fara at verða lívsnervin, sum kann venda gongdini, gera tað lættari hjá ungum familjum at flyta aftur í oynna, skapa arbeiðspláss og tryggja, at Suðuroy ikki verður ein útoyggj í landinum.

Men landskassin er kroystur, og bæði Landsbankin og Búskaparráðið ávara ímóti at gera eina lánifíggjaða íløgu, sum kann kosta upp í ein fimting av BTÚ. Stutt sagt: Vit hava ikki ráð nú.

Í sendingini frætta vit frá ungum í Suðuroy, sum skulu avgera, um teirra framtíð er í oynni, aðrastaðni í Føroyum ella úti í heimi.

Og vit tosa við borgarstjóra, sum stríðast við minkandi fólkatali í kommununi.

Gestir: Sissal Nolsøe, Angela Birgisdóttir, Agatha Djurhuus, Hjalmar Hammer, Torkil Holm og Bjarni Johansen.

Vertur: Sigurjón Einarsson.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Umboð fyri ungmannafeløgini vóru í útvarpsstovuni at siga sína hugsan um, hvat tey halda eru týdningarmestu málini
27-02-2026
Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, fer at greiða frá søguni um sambandið millum fakfeløg og politiskar flokkar, og Jóhann Lützen og Árni Gregersen greina politisku støðuna
26-02-2026
Viðmerkjarar greina politisku støðuna eftir tingfundin í gjár, og vit hyggja eisini at greiningini hjá Deloitte um føroyska bústaðarmarknaðin
24-02-2026
Tað, sum byrjaði sum ein skrásettur felagsskapur, hevur ment seg til eitt víðfevnt kjak um trúarfrælsi, trygd, fremmandafígging
20-02-2026
Hóttanir fjaldar á netinum. Tað snýr seg um at órógva samfeløg, raka kritiska undirstøðukervið og fyritøkur
19-02-2026
Eftir trygdarráðstevnan í München er spurningurin, um vit eru á veg inn í eina nýggja og ótryggari tíð, har ongin veruligur leiðari er, verður spurt í sendingini í dag
19-02-2026
Í sendingini í dag spyrja vit, um vit kunnu líta á amerikanskar tøknirísar, ella um tíðin er komin til at venda amerikanskari tøkni bakið
13-02-2026
Summi halda, at útlendingalógin skal herðast, onnur halda, at lógin skal gerast smidligari, og uppaftur onnur halda bæði í senn
12-02-2026
Tvey evni eru í sendingini í dag
10-02-2026
Fer Evropa at flyta seg ímóti at vera meira sum eitt ríki,verður spurt í sendingini í dag
06-02-2026
Ungdómstingið hevur samtykt uppskot um aldursmark á sosialar miðlar og snildfonir, og í sendingini verður kjak millum ungdómstinglimir
05-02-2026
Ein stórur meiriluti í uttanrikisnevndini hjá ES biður nú ES-stovnar arbeiða fyri norskum, íslendskum og grønlendskum limaskapi. Men hvussu við føroyskum limaskapi í ES?
03-02-2026