Leitisstein

LEITISSTEIN 12.12.2025 (Alternativur jólatónleikur 2025)
13-12-2025
Aftur í ár er Eiler Sørensen gestur, tá alternativur jólatónleikur verður spældur. Jólavættrarnir Katrin Reistrup og Rannvá Píl Heinesen eru eisini í útvarpsstovuni

Jólini eru ein siðbundin tíð, og soleiðis er eisini í LEITISSTEIN, har Eiler Sørensen aftur í ár er gestur og velur alternativan jólatónleik. Jólavættrarnir Katrin Rúnarsdóttir Reistrup og Rannvá Píl Heinesen, sum hava verið í starvsvenjing í KVF seinastu vikurnar, eru eisini við í útvarpsstovuni. 

Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki fríggjadagar klokkan 13, og so verður sendingin endursend týskvøld klokkan 21. 

Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur á skránni í sendingini, har LEITISSTEIN koyrir tað heim solo.
20-02-2026
Limirnir í nýggja rokkstjørnuskotinum á føroyska tónleikahimmalinum, Tunghoyrt, eru gestir, nú teir geva sína debutplátu, "ÓLÓ", út. Ungt, tungt, hart og hoyrt.
13-02-2026
Tað spírar aftur í Hoydølum, og teir seks spírarnir í nýggju og spennandi KVF-tónleikasendirøðini Hoydalar eru gestir í sendingin, nú sendingin fór av bakkastokki
06-02-2026
Enn ein sending við nógvum nýggjum og spikahamrandi feitum tónleiki
30-01-2026
Sera feskur og spikahamrandi feitur tónleikur, sum er útgivin í 2026, setir sín dám á sendingina, eitt nú nýtt frá Arctic Monkey, Sleaford Mods, Zach Bryan, CMAT og øðrum
23-01-2026
Nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni í sendingini. Nýtt frá Father John Misty, Sampa The Great, Mavis Staples og øðrum
16-01-2026
Spikahamrandi feitur tónleikur frá 2025 er á skránni í sendingini, ið tekur tættin frá sendingina seinasta fríggjadag upp og rør aftur á tónleikaárið 2025
09-01-2026
Eiler Søresen er aftur í ár samvertur, tá róð verður aftur á meira alternativa partin av tónleikaárið 2025
02-01-2026
Árið 2025 var enn eitt hendingaríkt ár í LEITISSTEIN við einari ørgrynnu av gestum og spikahamrandi feitum tónleiki. Her verður róð aftur á nakað av tí, ið var at hoyra
25-12-2025
Aftur í ár er Eiler Sørensen gestur, tá alternativur jólatónleikur verður spældur. Jólavættrarnir Katrin Reistrup og Rannvá Píl Heinesen eru eisini í útvarpsstovuni
13-12-2025
Steintór Rasmussen er gestur í LEITISSTEIN í sambandi við, at hann útgevur jólafløguna "Gløgg"
05-12-2025
Kultbólkurin maður:glotti er gestur í sendingini í sambandi við, at bólkurin hevur funnið stevið aftur og útgivið sína fyrstu plátu í 16 ár, "Stev"
28-11-2025