- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Hesin tung- og harðrokk sjeytiárabólkur úr enska miðlandinum rakk upp í hæddirnar í áttatiárunum, og British Steel var byrjanin. Judast Priest útgávurnar undan henni høvdu selt lítið, men nú kom ferð á. Stakløgini vóru: 'Living After Midnight', 'Breaking the Law', og 'United'.
Heitið frá einum av albumumløgunum, Metal Gods, var fest á sangaran, Rob Halford, sum gongur fyri at vera 'Metal God'. Útgávan í 1982, Screaming For Vengeance, er tann mest keypta Judas Priest heildarútgávan. Men 'British Steel' er tann størri klassikarin, nú eftirtíðin hevur talað. Enska blaðið, The Gurardian, lýsir British Steel sum definitiónina uppá heavy metal.
Plátubarrin 10. januar 2026

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.











