- Tíðindi, mentan og ítróttur
EM-trok

Sjúrður Hildarson Hoydal og Andrias Eriksen aftur við bleytum lounge-klaveri í Oslo. What's not to like?
Teir báðir hittust til sofistikeraða eftirmeting av dystinum ímóti Sveis og hugdu frameftir ímóti komandi dystinum ímóti Montenegro, sum Føroyar jú spældi javnleik ímóti í 2018.
Ein minniligur dystur, har Rói Berg Hansen javnaði til 24-24 í síðstu sekundunum. Ja, tað er ongantíð keðiligt, tá hondbóltslandsliðið spælir, og tað verður tað neyvan hesa ferð heldur.

EM-trok
Hondbóltsáhugað kenna trokpoddarnar hjá Sjúrði Hildarson Hoydal, og her ger hann júst tað, sum hann plagar. Munurin er bara, at hann nú trokar um evropameistaraheitið fyri Kringvarpið. Nýggjur EM-trokpoddur kemur út hvønn dag, har Sjúrður viðger endaspælið saman við áhugaverdum gestum. Tjúna inn!


