- Tíðindi, mentan og ítróttur
EM-trok

Aftur dystardagur, og spenningurin er sera stórur millum teir mongu føroyingarnar, sum eru í Oslo í hesum døgum.
Eru tey spent, munnu spælararnir vera tað uppaftur meir. Við einum sigri kunnu teir troka seg heilt nær miðumfarinum í Malmø.
Alt hetta tosa frá søgumenninir Sjúrður Hildarson Hoydal og Ingi Olsen um í hesi morgunútgávuni av EM-troki, og teir spyrja eisini seg sjálvan, hvussu teir skulu skilja ímillum teir mongu Vojovic'arnar hjá Montenegro.

EM-trok
Hondbóltsáhugað kenna trokpoddarnar hjá Sjúrði Hildarson Hoydal, og her ger hann júst tað, sum hann plagar. Munurin er bara, at hann nú trokar um evropameistaraheitið fyri Kringvarpið. Nýggjur EM-trokpoddur kemur út hvønn dag, har Sjúrður viðger endaspælið saman við áhugaverdum gestum. Tjúna inn!


