- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin

Bókin hjá Trygva Danielsen er 900 síður, men hevur ongi síðutøl. Hon er skrivað sum ein Messenger-tráður.
Høvuðspersónurin er ein maður í 30'unum, sum býr í eini kjallaraíbúð á Argjum og skrivar til gamla vin sín.
Greitt gerst skjótt, at maðurin livir í einum alternativum veruleika á netinum og er rættiliga einsamallur.
Bergur Djurhuus Hansen og Rakul í Gerðinum ummæla, og Bergur heldur, at talan er um stórverk - bæði í vavi og sum skaldslig roynd at lýsa okkara tíð.
Rakul í Gerðinum royndi støðugt at finna útav, hvat slag av teksti talan er um, meðan hon las.
Er talan um skaldsøgu? Ritroynd? Yrkingar? Ella monolog? Hetta er trupult at siga, men innihaldið er hugvekjandi, heldur Rakul.
"Hetta er ein lýsing av tíðini, vit liva í, har mong búgva í virtuella heiminum og á Youtube og fáa ein støðugan streym av upplýsingum," siga tey bæði.
Alt er tó ikki svartskygni, tí ymsastaðni hómast vón og eitt ynski um, at mannaættin fer at siga søgur um felagsskap og samstarv - um teg og meg.
Uni Arge leggur til rættis.

Vágskálin
Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.
