Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: 'Into The Gap' og aðrar útgávur, Thompson Twins 1983-1984-1985
21-02-2026
Into The Gap var ein av stórsøluplátunum í 80'unum, harav kendasta lagið er 'Hold Me Now'. Í hesum sambandi hoyra vit eisini onnur TT løg, so talan er um heildarsending.

'Into The Gap' var ein av stórsøluplátunum í 80'unum, harav kendasta lagið er 'Hold Me Now'. Í hesum sambandi hoyra vit eisini løg frá øðrum album, sum Thompson Twins gav út í 80'unum og tí er talan er um eitt slag av heildarsending. Bólkasøgan verður søgd og hittløg undan og eftir 'Into The Gap' fara at tóna.

Temapláta í Plátubarrini er 'Into the Gap' hjá bretska Thompson Twins bólkinum; eitt av stóru poppfyribrigdunum í áttatiárunum. Tann úgávan er frá 1984 og vit spæla fýra Gap-løg, men fyri at lýsa Thompson Twins sum best, havi eg haraftrat valt at spæla trý løg frá 1985 plátuni, ið nevnist 'Here's To Future Days'.

'Into the Gap' hjá Thompson Twins verður víða mett sum eitt av teimum, um ikki tað fullkomna synth-pop meistaraverkið í áttatiárunum. Tað rakk upp á fyrstaplássið í Bretlandi, við sølu omanfyri fimm milliónir eintøk um allan heimin. Plátan er róst fyri sítt fullkomna popp ljóð, við gitnum hittum sum 'Hold Me Now', 'Doctor! Doctor!' og 'You Take Me Up'. Ummælarar og fjepparar rósa blandingini av fangandi, snildum melodium við fjølbroyttari, kreativari framleiðslu.

Plátubarrin 21. februar 2026

 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.

Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.

Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.

Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.

Into The Gap var ein av stórsøluplátunum í 80'unum, harav kendasta lagið er 'Hold Me Now'. Í hesum sambandi hoyra vit eisini onnur TT løg, so talan er um heildarsending.
21-02-2026
'Blackout' var fyrsta útgávan hjá Scorpions við einum stórum hitti; nevniliga 'No One Like You'. Hetta var eisini byrjanin til eina heilt aðra tíð hjá Scorpions. Meira poppur.
14-02-2026
Talan er um einasta album-plettskotið, sum Elton John hevði á heimliga UK Albums Chart í øllum fýrsunum. Afturfyri hevur útgávan so vøkur løg sum 'Sacrifice' og 'Whispers'.
07-02-2026
Útgávan hevur tann kendasta Judas Priest sangin, Breaking The Law, og hon er kanska kendast av øllum Priest útgávum, men er ikki tann mest selda.
10-01-2026
Kendastu løgini eru Eternal Flame og In Your Room. Hetta var triðja og seinasta úgávan, áðrenn bólkurin gavst at spæla. Tær komu saman aftur í 1998.
03-01-2026
Fimm Hjarnar tónleikarar vitjaðu Plátubarrina gamlaárskvøld ´'25, har verturin hevði gjørt ein playlista frá øllum Hjarnar tónleikaskeiðnum, og teir greiddu vælhýrdir frá.
31-12-2025
..ið merkir, at tað krevst meira enn eitt til at fáa tað besta burturúr. Við hesum í huga er TYRIL nú eisini komin við aðru útgávu síni, 'Sparkling Glows', ið man hava munin.
27-12-2025
Temaplátan var yvirhøvur mest keypta bretska útgávan í nítiárunum. Í Bretlandi vann hon 14 ferðir platin. Í heimshøpi er hon í 2025 tølum seld í fleiri enn 20 mill. eintøkum.
20-12-2025
Talan var um fimta Rainbow heildarverkið og sangarin, Joe Lynne Turner, var nýggjur í bólkinum. Fyrsta DTC staklagið, 'I Surrender', rakk til triðjaplássið á UK Singles Chart.
13-12-2025
'Bohemian Rhapsody', 'Love of My Life', '39, 'You're My Best Friend' eru klassikarar, sum vit spæla framvegis. Útgávan er ongantíð gloymd, nýggju ættarliðini fegnast eisini.
29-11-2025
Trummusláarin í Hjarnar, Hans Black, vitjaði Plátbarrina tann 22. november '25 og við sær hevði hann eina upptøku av lagi frá seinasta kvøldinum har Hjarnar kallaði seg Sunny.
29-11-2025
Albumið varð nógv keypt, hóast talan var um eitt tónleikaligt klútateppi við ólidnum tilfari og endurblandi, sum Brian May og Roger Taylor settu saman og snikkaðu til.
08-11-2025