- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri

Nám skipar í hesum døgum fyri evnisdøgum fyri øllum starvsfólkunum í Fólkaskúlanum fyri at lýsa, hvat rørir seg í Fólkaskúlanum. Arbeitt verður í verkstovum og allir fyrilestrarhaldararnir eru føroyingar og av Setrinum. Sólvá Jónsdóttir, deildarleiðari í Námi, Frida Poulsen, undirvísari og granskari á Námsvísindadeildini, og Ingi Wiberg, lærari á GIljanesi, greiða frá. Ingi heldur, at tað er avgjørt ein fyrimunur at fyrilestrarhaldararnir eru føroyingar.
Summarskeiðini í føroyskum fyri útlendingum, sum eru á hvørjum sumri, eru ógvilga væl umtókt. Lena Reinert umsitur skeiðini, og hon sigur, at tey lesandi koma ymsa staðni úr heiminum, og vanliga megna tey at tosa føroyskt tá tey hava verið á skeiði í tríggjar vikur.
Sandra Saxov Lamhauge stóð royndina og hevur nú heitið ph.d í málfrøði. Hon vardi sína ph-d-ritgerð í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn. Ritgerðin hevði heitið A sociophonetic study of preaspiration and sonorant devoicing in Faroese og snúði seg um ávís frábrigdi í dialektini ymsa staðni í Føroyum. Sandra hevur starvast og verið innskrivað á Føroyamálsdeildini. Hon sigur, at hon hesa tíðina hevur merkt at fólk yvirhøvur eru áhugað í dialektum.
Mékhala Kollslíð av Skála er farin ímóti streyminum. Hon tók bachelor í Danmark og nú er hon í gongd við eina master-útbúgving í stjórnmálafrøði og samfelagsvísind á Setrinum. Hon hevur avgjørt at masterritgerðin fer at viðgera trygdar og verjupolitikk, tí tey evnini eru sera viðkomandi í hesum broytingartíðum. -Hóast vit eru lítil, eru vit ein partur av spælinum sum gongur fyri seg í hesum døgum. Eg fari at skriva um hvat okkara leiklutur er í hesum spælinum er, sigur Mékhala.
Heini í Skorini, lektari á Setrinum, sigur, at áhugin fyri Grønlandi, Norðuratlantshavinum, Arktis og harvið eisini Føroyum og uttan um okkum er nógv vaksin tey seinastu árini - ikki minst síðani Donald Trump, forseti í USA, kom fram við kravinum um at eiga Grønland. Frá at hava verið eitt lágspenningsøki er Norðuratlantshavið og Arktis nú er háspenningsøki. M.a. Tí at Russland hevur útbygt sínar hernaðarstøðir í Arktis.
Føroyar blíva nú partur av Erasmus+, sum er stóra stuðulsskipanin hjá ES, ið stuðlar útbúgving, frítíðarvirksemi og ítrótti. Hetta hendir í 2028 og er komið í lag eftir at Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna, var í Føroyum fyri einum lítlum ári síðani, og hon og Aksel V. Johannesen, løgmaður, skrivaðu undir eitt semjuskjal millum Føroyar og ES. Við hesari E-skipan eru nógv lond, ið ikki eru limir í ES. -Erasmus+ fær stóran týdning fyri Føroyar, tí skipanin letur stóran stuðul. Tí er tað umráðandi at vit eru klár í 2028, tá vit eru partur av skipanini, sigur Marjun Lützen, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum, sum umsitur Erasmus+-skipanina í Føroyum.
Marjun Lützen umsitur stuðulsskipanina Erasmus+, sum Føroyar væntandi verða partur av frá 2028. Hetta hendir eftir at Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna, var í Føroyum fyri einum lítlum ári síðani, og hon og Aksel V. Johannesen, løgmaður, skrivaðu undir eitt semjuskjal millum Føroyar og ES. Erasmus+ stuðlar útbúgving, ungum og ítrótti og Marjun Lützen sigur, at hetta fær stóran týdning fyri Føroyar. -Tað er umráðandi at vit eru klár í 2028, tá vit eru partur av skipanini, sigur Marjun Lützen.
Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetrinum, ivast ikki í, at Erasmus-skipanin fær stóran týdning fyri Setrið, tí møguleikarnir hjá teimum lesandi verða so nógv betri enn í dag. Tá ber til at lesa á Setrinum og t.d. fara uttanlands at taka onkur semestur, og Setrið væntar harumframt at fáa nógv fleiri útlendingar til Føroya at lesa. Samanlagt fer tað at skapa eitt meira spennandi lestrarumhvørvi fyri tey ungu, sigur rektarin á Setrinum.

Við Tórði á túri
Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum.











