Beinleiðis úr Studio 5

Beinleiðis úr Studio 5 - Uni Debess
20-02-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp í útvarpsstovuni og bjóða bólkum og einstaklingum á gátt at spæla livandi tónleik

Uni Debess er farin undir eina stóra og áhugaverda verkætlan, sum fevnir um tríggjar nýggjar tónleikaútgávur.

Ein er við nýggjum løgum, sum eru sett til yrkingar hjá langabbanum, Nyholm Debess.

Onnur við løgum hjá pápa Una, Per Debess.

Og tann triðja útgávan er við spildurnýggjum, føroyskum tónleiki, ið Uni Debess sjálvur hevur gjørt.

Umframt at vit fáa brellbitar úr hesum nýggju verkætlanunum, verður í dag eisini leitað 20 ár aftur, tá fløgan Gangi eg, sum eisini var bygd á yrkingar hjá langabbanum, Nyholm Debess, kom á marknaðin.

Saman við Una í Studio 5 eru Edvard Nyholm Debess á bassinum og Finnur Hansen við klaverið.

Beinleiðis úr Studio 5

Beinleiðis úr Studio 5 er sending við livandi tónleiki. Bólkar og einstaklingar, sum hava hug at royna seg, verða boðin í útvarpsstovuna at spæla.

Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp í útvarpsstovuni og bjóða bólkum og einstaklingum á gátt at spæla livandi tónleik
20-02-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp í útvarpsstovuni og bjóða bólkum og einstaklingum á gátt at spæla livandi tónleik
13-02-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp í útvarpsstovuni og bjóða bólkum og einstaklingum á gátt at spæla livandi tónleik
06-02-2026
Hesa ferð er ein av vælumtóktu føroysku trubadurunum komin á gátt. Talan er um gøtumannin Lyon
30-01-2026
Fríggjamorgnar bjóða vit bólkum og einstaklingum í útvarpsstovuna at spæla livvandi tónleik
23-01-2026
Fríggjamorgnar bjóða vit bólkum og einstaklingum í útvarpsstovuna at spæla livandi tónleik
16-01-2026
Fríggjamorgnar bjóða vit bólkum og einstaklingum í útvarpsstovuna at spæla livandi tónleik
09-01-2026
Tað er jólahýrur í útvarpsstovuni. Magni og bólkur spæla fýra jólasangir
19-12-2025
Sommerson band leggur seg eftir at spæla góðan dansitónleik. Bæði føroyskan og útlendskan.
12-12-2025
Tónleikarin og tónaskaldið Sergey Ilyin fekk í 2022 friðskjól í Føroyum frá krígnum í Ukraina.
05-12-2025
Gestur hesa ferð er norski saksofonleikarin, Tore Brunborg. Hann vitjar í Føroyum í sambandi við, at Havnar Jazzfelag hevur 50 ár á baki.
28-11-2025
Klingra er ein norðurlendsk verkætlan við yrkistónleikarum úr fleiri londum
21-11-2025