- Tíðindi, mentan og ítróttur
Beinleiðis úr Studio 5

Hesa ferð vitjar ein ungur og virkin bólkur úr Klaksvík, sum hevur vunnið sær trivaligan fjepparaskara.
Adrenaline er navnið. Millum vælumtóktu sangirnar kunnu nevnast Spillikassin, DNA og so hann, ið var millum teir fremstu í kappingini um at gerast Ársins útvarpshitt, Tóm Visjón.
Limir í Adrenaline eru Jónas Kallsberg Jacobsen: sang og gittar, Tórður Sóleyarson: sang og gittar, Jón Ari Hansen: bass og Høgni Sørensen: trummur
Í lýsingini á Spotify stendur stutt og greitt: Adrenaline er ein føroyskur popp/rokk bólkur. Vit larma - tú lurtar.

Beinleiðis úr Studio 5
Beinleiðis úr Studio 5 er sending við livandi tónleiki. Bólkar og einstaklingar, sum hava hug at royna seg, verða boðin í útvarpsstovuna at spæla.











