Leitisstein

LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)
06-03-2026
Kalas hevur blást nýtt lív í heimliga fólkatónleikarapallin við útgávuni "Minnisgripir". Ungu kvinnurnar í bólkinum, Bjørt, Døgg, Kristianna og Sigrið, eru gestir í sendingini

2025 var eitt stórt ár fyri unga fólkatónleikarabólkin Kalas. Tær fýra ungu kvinnurnar í bólkinum, Bjørt, Døgg, Kristianna og Sigrið, útgóvu debutútgávuna "Minnisgripir", og tær hava spælt á Summarfestivalinum, Tórsfest, til handanina av Mentanarheiðurslønunum og mangt annað. Alt endaði við FMA-tilnevningum í bólkinum "Ársins serútgáva" og "Ársins spíri". Tær fýra eru gestir í LEITISSTEIN. 

Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki fríggjadagar klokkan 13, og so verður sendingin endursend týskvøld klokkan 21. 

Kalas hevur blást nýtt lív í heimliga fólkatónleikarapallin við útgávuni "Minnisgripir". Ungu kvinnurnar í bólkinum, Bjørt, Døgg, Kristianna og Sigrið, eru gestir í sendingini
06-03-2026
Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur á skránni í sendingini, har LEITISSTEIN koyrir tað heim solo.
20-02-2026
Limirnir í nýggja rokkstjørnuskotinum á føroyska tónleikahimmalinum, Tunghoyrt, eru gestir, nú teir geva sína debutplátu, "ÓLÓ", út. Ungt, tungt, hart og hoyrt.
13-02-2026
Tað spírar aftur í Hoydølum, og teir seks spírarnir í nýggju og spennandi KVF-tónleikasendirøðini Hoydalar eru gestir í sendingin, nú sendingin fór av bakkastokki
06-02-2026
Enn ein sending við nógvum nýggjum og spikahamrandi feitum tónleiki
30-01-2026
Sera feskur og spikahamrandi feitur tónleikur, sum er útgivin í 2026, setir sín dám á sendingina, eitt nú nýtt frá Arctic Monkey, Sleaford Mods, Zach Bryan, CMAT og øðrum
23-01-2026
Nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni í sendingini. Nýtt frá Father John Misty, Sampa The Great, Mavis Staples og øðrum
16-01-2026
Spikahamrandi feitur tónleikur frá 2025 er á skránni í sendingini, ið tekur tættin frá sendingina seinasta fríggjadag upp og rør aftur á tónleikaárið 2025
09-01-2026
Eiler Søresen er aftur í ár samvertur, tá róð verður aftur á meira alternativa partin av tónleikaárið 2025
02-01-2026
Árið 2025 var enn eitt hendingaríkt ár í LEITISSTEIN við einari ørgrynnu av gestum og spikahamrandi feitum tónleiki. Her verður róð aftur á nakað av tí, ið var at hoyra
25-12-2025
Aftur í ár er Eiler Sørensen gestur, tá alternativur jólatónleikur verður spældur. Jólavættrarnir Katrin Reistrup og Rannvá Píl Heinesen eru eisini í útvarpsstovuni
13-12-2025
Steintór Rasmussen er gestur í LEITISSTEIN í sambandi við, at hann útgevur jólafløguna "Gløgg"
05-12-2025