- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Here I Go Again og Crying in the Rain. Vit hoyra hasi bæði hittini og eisini hini løgini á plátuni, harav annað nógv spælt lag er Rough an' Ready. Ein av tónleikarunum, Bernie Marsden, greiðir KVF frá einum av løgunum. Talan var um Whitesnake svanasangin hjá gittaristunum báðum, Mickey Moody og Bernie Marsden, og bólkaleiðarin, Davdi Coverdale valdi at fara víðari við øðrum manningarlista.
Okkara Temapláta, Saints and Sinners, frá 1982 var tað fimta studioalbumið í røðini við útgávum hjá Whitesnake, og tað triðja, ið rakk Top 10 í Bretlandi. Nógv spæld løg eru Here I Go Again, Crying in the Rain, sum við stórari eydnu vórðu endurinnspæld til stóru Amerika- sjálvheitisplátuna í '87, tá John Sykes var komin við á gittarin. Tá var Whitesnake ikki longur eitt hard- og bluesrokkorkestur, men eitt meira hard- og heavyorkestur við nógvum spælingum á MTV, tí John Sykes orkar ikki fyri bluesrokki
Here I Go Again hevði størri týdning fyri bólkin, enn ein kanska gevur sær far um. Áðrenn tað lagið fer frá í táttinum, hoyra vit annan av lagskrivarunum, Bernie Marsden, greiða kringvarpsmanninum, Ragnari A. Jacobsen, frá sanginum og hvat hann hevði havt at siga fyri seg. Hetta er eitt brot tikið úr sendingini 'RagnarRokk' tann 6. januar í 2022.
Henda Saints and Sinners útgáva frá 1982 var rættiliga nógv Deep Purple. Whitesnake sangarin, David Coverdale, hevði jú eina fortíð í DP og eftir Whitesnake plátuna, Snakebite, var nevniliga annar purplari komin uppí Whitesnake; tangentspælarin John Lord, sum loysti av fyri Peter Solley.
Meira Purple: Dave "Duck" Dowle varð longu í 1979 tikin frá trummunum og enn ein ex-Deep Purple tónleikari, Ian Paice, kom í hansara stað. Duck hevði spælt við á teimum tveimum fyrstu studioalbumunum, Trouble í '78 og Lovehunter í '79. Hinvegin varð Saints and Sinners tann seinasta innspælingin hjá Ian Paice við Whitesnake. Sostatt eru tríggir við á Saints and Sinners, sum eisini spældu seinastu sjeytiáraplátuna hjá Deep Purple, Come Taste The Band, frá 1975. Tað gjørdu teir eisini á báðum Whitesnake studioútgávunum frammanundan hesari, Ready an' Willing í '80 og Come And Get It í '81.
Plátubarrin 14. mars 2026

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.











