- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri

Hjá nógvum tilkomnum og eldri monnum á Tvøroyri byrjar yrkadagurin í Naddoddaneystinum, har opið er hvønn fyrrapart. Teir fyrstu møta klokkan 8 og teir seinastu fara avstað aftur út móti middegin.
Prátið gongur væl um borðið og vit fáa fleiri samrøður um virksemið í neystinum, sum er í trimum hæddum.
Teir, sum prátað verður við á hesum túrinum, eru: Petur Hammer, Viberg Sørensen, Elnar Niclasen, Ernst Emilson Petersen, Einar Hammer og Rúni Tummasarson.

Við Tórði á túri
Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum.











