- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Frumplátan hjá diskobólkinum Boney M. við løgum sum 'Daddy Cool' og 'Sunny', og føroyska hittinum 'No Woman No Cry'.
Hetta fyrsta heildarverkið hjá Boney M., hvørs 50 ára útgávudagur er í 2026, hevði størstu søluna í Spania og Fraklandi, har 300.000 eintøk vórðu seld í hvørjum landi. Sølan á týska heimamarknaðinum var 250.000 útgávueintøk. Í Svøríki fóru 100.000 plátur og kassettubond um søludiskin, hvat roknað út eftir fólkatalinum gevur størstu undirtøkuna av øllum. Í Bretlandi knógvaði 'Take the Heat off Me' akkurát Top 40.
'Daddy Cool' var stóra singleplátuhittið. Tað var plettskot í londum sum Svøríki, Noregi og Belgia, men eisini á stóru plátumarknaðunum í Vesturtýsklandi, Fraklandi, og Spania, meðani tað rakk til nr. 6 á UK Singles Chart. Hinvegin varð onnur singleplátan frá útgávuni, lagið 'Sunny', nr. 3 í Bretlandi. Av stóru londunum var 'Sunny' plettskot í Vesturtýsklandi og Fraklandi.
Í Føroyum spældi Útvarp Føroya løg frá sjálvari LP-plátuni. Millum annað hevði tað við sær, at endurinnspælingin hjá Boney M. av Bob Marley sanginum, 'No Woman No Cry', bleiv kend millum manna her á landi.
Talan er um europeiskan diskotónleik við góðum ljóði og nógvum fiólum. Týskarin, Frank Farian, átti Boney M., og at hjálpa sær at leggja til rættis hevði hann annan týskan tónleikamann, Stefan Klinkhammer, ið eins og Frank Farian ikki livir meira. Teir dugdu sítt handverk, tí eisini við nútíðar oyrum ljóðar útgávan avbera væl.
Eykaløg í sendingini eru: 'Love for Sale' (album: Love for Sale), 'King of the Road' (album: Nightflight to Venus), 'Two of Us' (album: Oceans of Fantasy).
Plátubarrin 21. mars 2026

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.











